Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Starv sum reingerðarfólk í Løgtinginum (½ tíð) er leyst at søkja til setan 1. januar 2021, ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar hjá reingerðarfólkinum vera at gera reint í hølum Løgtingsins eftir nærri ásettari ætlan, umframt at avloysa hini reingerðarfólkini, tá tey eru burtur frá arbeiði. Møguleiki verður hjá tí, sum settur verður, at leggja arbeiðstíðirnar til rættis í ávísan mun, men arbeiðið verður í høvuðsheitum eftir vanliga arbeiðstíð.

Tann, ið settur verður, skal hava royndir frá reingerðararbeiði aðrastaðni og skal kunna samskifta á føroyskum.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294, ella Mariu Bjørk, reingerðarfólk á tlf. 211040.

Umsóknir saman við møguligum starvsváttanum ella ummælum skulu sendast til: Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn, og skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 25. november 2020, kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo