Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar kommuna: Korona hevur rakt okkara tónleikarar meint. Tí fáa tónleikarar, sum spæla í Reinsarínum, eina hjálpandi hond.

Mentamálanevnd í Tórshavnar býráðs hevur játtað 100.000 krónur til konsertir á Reinsarínum, so tónleikararnir aftur kunnu taka ljóðførini fram og spæla konsertir í miðbýnum.

- Vit veita henda stuðulin fyri at seta gongd aftur í tónleikavinnuna, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs.

Korona hevur ávirkað allan livandi tónleik í kommununi í eitt samfult ár, og hetta hava tónleikarar og onnur í vinnuni merkt sviðan av.

Á Reinsarínum hava tey bert loyvt 70 áhoyrarum til konsertir, og tað gevur ikki fíggjarligt grundarlag at gjalda tónleikarum ordiliga løn fyri arbeiðið. Tær 100.000 krónurnar, sum Mentamálanevndin nú hevur játtað, fara til at fáa fleiri konsertir á skrá komandi mánaðirnar.

- Vit valdu í sínari tíð at umvæla Reinsaríið til frama fyri tónleikin og mentanina í býnum. So henda játtanin sampakkar væl við uppruna tankan um at fáa lív í býin, leggur Annfinn Brekkstein aftrat.

Á Reinsarínum eru tey farin undir at fyrireika fleiri konsertir. Meira sæst um Reinsaríið og komandi konsertirnar á heimasíðuni hjá spælistaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo