Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tá tað snýr seg um leiðslu, er tað neyvan nakað annað hugtak, sum er so viðurkent og heimskent sum hugtakið relationell leiðsla. Nú koma fýra av teim skarpastu leiðslutonkjarunum til Tórshavn – og tað samtíðis og á sama staði! 

Altjóða hava Ken Gergen og Mary Gergen gjørt nógv um seg við síni stóru vitan og sínum íblástri til leiðsluástøði og leiðslu í verki, og tey hava verið leiðandi á hesum øki í nógv áratíggju.

Í Norðurlondum og serliga í Danmark hava organisatiónssálarfrøðingarnir Gitte Haslebo og Maja Loua Haslebo verið frammalaga í samband við leiðslumenning og hava tær skrivað fleiri bøkur og greinir um leiðlsu. Gitte Haslebo stovnaði sína fyritøku Haslebo & Partnere i 1991, og var sostatt ein slóðbrótari innan økið.

Sostatt er talan um Creme de la creme innan leiðslumenning, sum kemur til Føroyar. Teir fýra verkstovuhaldararnir geva hvør í sínum lagi sítt boð upp á relationella leiðslu anno 2018.

Ken Gergen og Mary Gergen hava verkstovuna ´Relational leading and the challenge of changing times´, har tey seta sjóneykuna á, hvussu leiðsla kann nýhugsast í mun til tann broytiliga og globala veruleikan, organisatiónir eru parutr av.

Gitte Haslebo leggur í síni verkstovu dent á etik í leiðslu og hvussu leiðarar kunnu nýta socialkonstruktionismu í síni handfaring av truplum tvístøðum. Bók hennara Relationer i organisationer – en verden til forskel, sum kom út í 2004, var fyrsta bókini í Danmark, sum vísti á, at um leiðarin fokuserar burtur frá einstaklinginum og yvir móti relatiónunum fær hann nógv fleiri og betri møguleikar at handla og soleiðis at loysa trupulleikan. Tú kanst lesa meiri um arbeiðið hjá Gitte her: www.haslebo-partnere.dk

Maja Loua Haslebo hevur skrivað tær sera viðurkendu bøkurnar: Anerkendende Ledelse, Anerkendende HR og Organisaitionsudvikling, Anerkendende Følgeskab, Organisatorisk Medlemskab og nú eisini; Legitim Ledelse (allar bøkurnar eru útgivnar hjá Dansk Psykologisk Forlag). Maja hevur altíð verið frammaliga, tá tað snýr seg um tað, sum upptekur privatar og ikki minst almennar organisatiónir, og hon hevur megnað at fáa eygað á nýggj ráð í organisatiónsmenning og leiðslu. Maja hevur verkstovuna: ´Organisational membership og legitimate leadership´, sum setir socialkonstruktionismuna í ein organisatoriskan kontekst har dentur verður lagdur á kjarnuuppgávuna. Umframt at teljast millum teir ráðgevar í norðurlondum, sum geva flestar bøkur úr, eru tær eisini Taos Associates.

Gitte Haslebo og Maja Loua Haslebo hava saman skrivað bókina: Etik i organisationer, sum er týdd til enskt og hevur heitið: Practicing Relational Ethics in organizations

Tú kanst lesa meiri um ráðstevnuna: Samskifti, samstarv og sambond, sum tey øll luttaka á her: www.faroeconference.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo