Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

 

Renn fyri lívið: Nú er eitt ár síðan appin Renn fyri lívi bleiv sett í verk í Føroyum. Appin er ætlað at veita skjóta hjálp, tá hjartastopp er, og aktiverar nærmastu fyrstuhjálpararnir, og sendir tey á staðið.

Royndir aðrastaðni vísa at tílikir hjartarennarar ofta eru á staðnum áðrenn sjúkrabilurin. Hetta merkir so í nógvum førum at líkindini at koma fyri seg eftir eitt hjartastopp eru munandi betur. Fyri einum árið síðani var tað bert sjúkrabilurin, sum bleiv sendur út til at hjálpa til, um eitt hjartastopp var, í ávísium førum kundi tað blíva leingi at bíða, og tað er ein tung støða hjá avvarandi at standa við. Hetta er nú broytt og vit kunnu nú hátíðarhalda eitt ára dag, av stovnan.

Ætlanin er at hýruvognarnir skulu við í skipanina, men vegna tekniskar avbjóðingar, er tað ikki komi í lag enn.

Útvið 120 fólk hava verið útkallað. Fyrstuhjálparskeið hava vit eisini hildið, tó steðgaði hettar 1. juni 2021. Nú heita vit á fólk um at fara til fyrstuhjálpar veitarar í staðin. Enn eru fleiri støð, helst tey lítlu støðini og oyggjarnar, sum vit mangla fólk. Hettar er nakað vit fara at arbeiða fram í móti. Stigtakarnir gera alt arbeiði frívilligt, tí tekur alt longri tíð, men Rom bleiv ikki bygt eftir einum degi. Tað gleðiliga er at so nógvir hjartastartarir eru alment atkomiligir, tó so, so vildu vit ynkst at fleiri komu út at hanga. Fleiri og fleiri vera skrásettir á appini og á heimasíðu okkara www.rfl.fo/kort

Vit koma at kunna um okkurt tiltak ella kapping á okkara facebook síðu í nærmastu framtíð, fyri at hátíðarhalda okkara 1 ára dag fyri stovnan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo