Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fuglafjarðar Kirkja: 2. páskakvøld klokkan 19:00 verður høvi at hoyra Requiem hjá Fauré í Fuglafjarðar kirkju. Fuglafjarðar sangkór byrjaði at venja hetta verk í 2021, men vegna farsótt varð verkætlanin útsett.

Requiem merkir deyðsmessa, og Fauré'sa er eitt hitt kendasta og best umtókta Requiem. Mæta franska tónaskaldið Gabriel Fauré var "seinromantikari" við sterkari ávirkan frá "impressionismuni", og Requiem er sett saman av sjey framúr satsum, ið teljast millum teir vakrasta frá aldarskiftinum.

Tað sigst, at Fauré skrivaði sítt Requiem til foreldur síni, ið doyðu ávikavist í 1885 og 1887. Hann útgav tað í fleiri umførum, men ikki fyrr enn í 1900 fekk tað sítt endaliga skap. Leingi er tað, ið væl skal vera.

Umframt kór eru eisini tveir solosatsir. Borgfríð Fonsdal Johannesen syngur sopransolo og Sámal Matras Kristiansen syngur barytonsolo. Harumframt er ein solistakvartett í einum satsi.

Kórleiðari er Heðin Kambsdal og klaverfylgispælið eigur Jonhard Eliasen.

Requiem varar einans góðan hálvan tíma, og tí endar Fuglafjarðar sangkór konsertina við Cantique de Jean Racine, eisini eftir Faure. Her spælir Jákup Tórgarð klaverfylgispæl.

Vælkomin til konsert í Fuglafjarðar kirkju!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo