Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú stendur ein reyðbók aftur á Vaglinum. Tað eru tvær vikur síðani, at tey tóku gamla træið niður, sum var deytt. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, gróv fyrstu moldina yvir nýggju røturnar. Reyðbókin hevur havt og fer at hava ein serligan týdning fyri miðbýin, segði borgarstjórin. 

- Stóra træið við reyðum bløðum á Vaglinum hevur verið eitt prýði og eitt sereyðkenni fyri miðbýin. Tey eru mong, sum hvørt vár hava glett seg til at síggja reyðbókina standa í fullum blóma. Nú kunnu øll aftur gleða seg til sterka reyða litin á Vaglinum.

- Eg vóni, at reyðbókin á Vaglinum fer at standa her nógv ár, og at komandi ættarlið eisini fáa gleði av tí hugna og trivnaði, sum reyðbókin hevur givið miðbýnum seinastu hundrað árini, segði Heðin Mortensen, tá ið hann gróv fyrstu moldina yvir røturnar á nýggju reyðbókini á Vaglinum.

Borgarstjórin nýtti eisini høvið til at takka Hjálpirót fyri alt arbeiðið at seta reyðbókina niður og at geva henni bestu umstøður at vaksa seg stóra og sterka á Vaglinum.

Tað eru nøkur ár síðani, at gamla reyðbókin so líðandi fór at missa øll bløðini. Nøkur átøk vórðu gjørd fyri at bjarga trænum. Eitt nú varð gróður tikin upp, mold skift út og roynt var at fáa meira luft til røturnar. Men træið kom ikki fyri seg aftur.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo