Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Neyðin úti í heimi er stór, og tørvurin á humaniterari hjálp er alstórur. Tí hevur Reyði Krossur Føroya gjørt av, at lata eina millión krónur til ymisk hjálparátøk kring heimin.

300.000 kr. fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar, har ið hetta ikki verður tikið fyri givið. Heilar 81.000 kr. av hesi upphæddini koma frá privatpersónum í sambandi við átakið "Øll hava rætt til koppseting". Ein serlig tøkk til næmingarnar á skúlanum á Argjahamri, sum savnaðu heilar 31.000 kr. Helvtin av teimum 300.000 kr. verða latnar til Bangladesh og hin helvtin til Kenya, ið eru ímillum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronu. Her arbeiðir Reyði Krossur, saman við landsins myndugleikum, við at samskipa og tryggja at útlutingin av koronukoppsetingini er munagóð og rættvís og til gagns har neyðin er størst, og umframt at kunna og vegleiða um koppsetingar.

200.000 kr. vera latnar til humaniter átøk á Haiti, har stórur tørvur er á hjálp eftir ógvusliga jarðskjálvtan 14. august. Meir enn tveytúsund fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, meir enn tíggjutúsund vórðu særd og fleiri hundratúsund hús og heim eru lagd í oyði. Nógv fólk eru framvegis saknað, og Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi við at finna burturblivnar familjulimir, at veita heilsu- og reinføristænastur, mat og drekka, skjól og verju.

500.000 kr. fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi og Reyða hálvmánað í Afghanistan, har fólk í túsundatali hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Ótrygga støðan hevur havt álvarsamar humaniterar avleiðingar, og stórur tørvur er á hjálpartænastum frá Reyða Krossi, harímillum heilsutænastum, mati og drekka og sálarligum stuðli, serliga til børn og ung.

Hjartans tøkk til øll, ið hava latið stuðul til koronuátakið, og til øll sum á annan hátt hava stuðlað Reyða Krossi við at hjálpa, har neyðin er størst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo