Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Humanitera støðan í Afghanistan er ómetaliga døpur, og alsamt fleiri fólk verða rikin frá húsi og heimi. Hetta hevur við sær ein øktan tørv á bráðfeingis tænastum, sum mati, vatni og heilsutænastum.

Ígjøgnum áratíggjur hevur landið upplivað ovurstóra neyð, og fyrr í ár versnaði støðan aftur meira. Harumframt hevur álvarsamur turkur týnt lokalu matframleiðsluna, covid-19 hevur tyngt ta frammanundan vánaligu heilsuskipanina, og bankasanktiónir hava ført til búskaparligt hóttafall, soleiðis at eitt nú læknar, lærarar og heilsuhjálparar ikki hava fingið løn í fimm mánaðir.

Stór hungurneyð ger eisini um seg, og talið á børnum, sum eru innløgd á sjúkrahúsum hjá Reyða Krossi, er meir enn tvífaldað síðan august.

Fyrr í ár lat Reyði Krossur Føroya eina hálva millión krónur til hjálparátøk í Afghanistan, og nú er avgerð tikin um, at lata eina millión afturat. Hesin peningurin fer millum annað til 40 heilsudeplar og sjúkrahús hjá Reyða Krossi í Afghanistan, og at betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum við tilknýti til heilsustovur, og til neyðhjálp, so sum mat, vatn og verju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo