Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin ger í løtuni desperatar rembingar fyri verbalt at tekkjast onkrari fjøld í Føroyum.

Spælt verður upp ímóti “sosialistiska múrinum” við illitaðum málsligum krúti, fyri at skapa eina tilgjørda hugmynd og ræðslu, um tað skuldi hent at onnur enn tey stjórna landinum eftir eitt komandi val.

Fordelingspolitikkur er blivið banniorðið og dýrið í opinberingini.

Vit sum fylgja við í politikki vita at hettar er tann reini glantrileikur og orðabrask frá Fólkaflokkinum.

Ongin flokkur dámar so væl at deila virðir út í Føroyum sum Fólkaflokkurin. Serliga tey stóru virðini, til nakrar fáar føroyingar, og útlendingar við.

Og fyri at teirra missión, at geva nøkrum fáum føroyingum og útlendingum, øll okkara virðir, ikki skal tykjast alt ov týðilig, so sletta teir nakrar molar her og der.

Nýggjasta skotið er, tú kollgitti, skattalætti til tey lægstløntu á evsta degi í valskeiðnum. Samstundis sum teir hava vaksið um skattainntøkurnar alt samgonguskeiðið.

Teir royna at mála húsið blátt uttan, men innaní ræður ein morreyður andi.

Á odda fyri hesi fylking gongur nývaldi formaðurin, sum undir løgmansrøðuni førdi seg fram, sum advokatur fyri stóru fyritøkurnar í Føroyum, heldur enn sum umboð, og møguligt løgmansevni fyri allar Føroyar.

Tykist sum búllaandin, púrast hevur yvirtikið flokkin, sum bóndin einferð so tignarliga stjórnaði.

Heldur enn at leggja upp til víggj, átti formaðurin at roynt at sjóða saman nú val er í hondum.

Avbjóðingar eru fyri framman, og hendan samgongan hevur einki gjørt fyri at tryggja haldføri í búskapinum.

Tvørturímóti tykist tað sum at fólkaflokkurin fyri at nøkta teirra alsk til oligarki, hevur latið serliga Miðflokkin og eisin Sambandsflokkin spæla fandango, bæði við okkara búskapi, og serliga við okkara uttanríkispolittisku rættarstøðu, les radaramálið, har fleirfaldar samtyktir Løgtingsins vóru settar til viks, uttan at vinna okkum rættindi afturímóti.

Herferðin hjá Fólkaflokkinum ímóti at skapa eina javnari og tryggari Føroyar fyri øll, er ein ønskrilig og pínilig roynd at tekkjast teimum, sum teir onki leggja í eftir valið.

Úr teirra bláa húsi, sveipar seg ein reyður roykur um tey fáu í Føroyum.

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo