Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fríggjadagin kemur íslenskt hornorkestur til Føroya at luttaka á musikkstevnu í Sørvági, og sunnudagin verður eisini konsert í Norðurlandahúsinum, har Havnar Hornorkestur eisini luttekur. Orkesturleiðarin úr Íslandi lovar eina fjølbroytta konsert við íslendskum tónleiki.

Í Føroyum er serstøk mentan fyri hornorkestrum, og tað eru seks hornorkestur í Føroyum. Men í Íslandi hevur aldrin verið sama hornorkesturmentan, og tað er bert eitt hornorkestur í Íslandi. Tað eitur Reykjavík Brassband og kemur á ferð til Føroyar næsta vikuskiftið.

- Vit eru spent at koma, og vit hava vant fram ímóti ferðini í langa tíð, sigur Jóhann Björn Ævarsson, sum lovar eina fjølbroytta konsert sunnudagin í norðurlandahúsinum.

- Tað verða fleiri nýggjar íslendskar útsetingar, sum eru skrivaðar til orkestrið, spældar. Talan er bæði um gomul íslensk løg og nýggjari tónleik, sigur Jóhann Björn Ævarsson millum annað.

Reykjavík Brassband varð stovnað í 2013 og tað eru umleið 30 leikarir við í orkestrinum. Fríggjadagin skal orkestrið luttaka á árligu musikkstevnuni, sum í ár verður í Sørvági. Konsertin í norðurlandahúsinum sunnudagin, sum verður klokkan 16 í Kringluni, er saman við Havnar Hornorkestri.

Johann Björn Ævarsson sigur eisini, at ein av málinum við ferðini er at byggja upp vinalag við Hornorkestur í Føroyum.

- Tað er heilt víst partur av túrinum, at byggja upp vinalag við orkestur í Føroyum, og vit glaða okkum at hitta Havnar Hornorkestur og hini hornorkestrini í Føroyum, sigur hann. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo