Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyta.fo er ein nýggj talgild tænasta, ið gevur føroyingum møguleika at deila kundaupplivingar við aðrar føroyingar. Tey flestu kenna líknandi skipanir úr útlandinum, men onkursvegna hava vit ikki megnað at fingið eina føroyska ummælisskipan.

Reyta.fo er serment til føroyska marknaðin og loyvir brúkarum at reyta (les ummæla) partafeløg, smápartafeløg, tænastur, nethandlar o.t. Tað er upp til brúkaran sjálvan, um hann ynskir at verða almennur ella dulnevndur.

Tó skulu allir brúkarir skrásetast og góðkenna treytirnar fyri at reyta.

Hugsjónin handan Reyta er, at føroyingar eiga at standa saman um tær góðu kundaupplivingarnar, sum í Føroyum kunnu betrast á nógvum økjum. Tað skal heilt einfalt verða lættari og meira gjøgnumskygt hjá borgarum at vita hvørjir veitarar eru teir bestu innan sítt økið.

- Skráset tína reyting á reyta.fo og ger mun – Føroyum og føroyingum at frama, siga fyrireikararnir í tíðindakrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo