Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað vóru svørt tøl á botnlinjuni hjá Dimmalætting í fjør. Tó at talan ikki var um nakran stóran vinning - 125.000 krónur - so er hóast alt talan um vinning, og ikki tap, sum annars var galdandi tey fyrstu árini eftir at blaðið kom aftur í aftur. Tilsamans 2,5 milliónir var hallið árini frá 2015 til 2018 og felagið livir enn við eini negativari eginogn uppá 2,3 mió kr og vælvild frá móðirfelag.

- Seinastu trý árini hevur leiðslan arbeitt við at umskipa raksturin soleiðis, at betri samanhangur fæst. Hetta er ikki eydnast til fulnar í 2020, hóast rakstarúrslitið er batnað (...) arbeitt verður áhaldandi fyri betri rakstri, men fyritreytin er, at móðirfelagið framhaldandi er sinnað at fíggja virksemið, verður millum annað sagt í frágreiðingini.

Dimmalætting hevur økt bruttovinningin munandi, úr 2 mió kr í 2019 til nærum 3 mió kr í fjør, men ein stórur partur fer út aftur til øktar lønarútreiðslur.

Javnin var 1,9 mió kr og eginognin minus 2,3 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo