Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Herfyri keypti kommunan nøkur grundøki við Karlamagnusarbreyt innaftur fyri betri at nøkta parkeringstørvin í økinum. Økini verða í løtuni hampað og innrættað til parkering, so alt fyribils verður gagnnýtt so væl, sum til ber.

Tankar eru um seinni at skipa økið, so tað verður gagnnýtt til parkering í fleiri hæddum umframt til felagsøki og trivnað.

Tá ið parkeringsøkini eru liðug, verður munandi lættari at sleppa av við bilin. Arbeiðið at rigga økið til fyribils verður eftir ætlan liðugt móti sumri.

Góð 80 nýggj parkeringspláss verða við hesum við Karlamagnusarbreyt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo