Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á útbúgvingarøkinum velja fleiri hundrað føroyingar árliga at fara til Danmarkar at nema sær eina útbúgving. Hetta er ein sera góður møguleiki hjá okkum føroyingum.

Tað eru áleið 1.000 føroyingar, sum eru lesandi í Danmark í løtuni. Miðal kostnaðurin fyri hvønn lesandi liggur um 500.000 kr. Hetta er íroknað lesnað, stuðul o.ø., tað vil siga, at danski staturin betalir í løtuni eina hálva milliard fyri teir føroyingar, sum ynskja at gera brúk av hesum møguleika.

Hetta er nakað, sum vit Føroyingar í Ríkisfelagsskapinum eiga at gleðast um, og ikki nakað, sum vit bert eiga at taka fyri givið.

Nøkur praktisk viðurskifti við teimum lesandi kunnu vit gagnýta nógv betur og effektivari við okkara Ríkisfelagsskapi. Tá føroyingurin skal avstað til Danmarkar, kundu vit verið nógv fyrr við at veitt teimum eitt P-Tal og NEM-ID. Veruleikin í dag er, at tað eru mong, sum mugu bíða upp í fleiri mánaðir fyri at fáa hesar upplýsingar í rættlag.

Føroyafrádrátturin
Hava føroyingar eitt lestrarstarv í Danmark, meðan teir eru undir útbúgving, fáa vit ein føroyafrádrátturin, sum er 46.200 kr. og ein ríkisfelagsskapsfrádrátt, sum er 36.000 kr. Hetta gevur 82.200 kr. um árið. Henda veiting er skattafrí.

Hetta er við til at eggja okkara ungdóm at taka sær eina útbúgving í Danmark, og er hetta ein ágóði hjá okkum í Ríkinum, sum vit í Sambandsflokkinum fegnast um.

Jaspur Langgaard

valevni fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo