At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eitt orðatak sigur "tað er lættari at lumpa fólk enn at sannføra tey um, at tey eru blivin lumpað". Eingin dámar at viðurkenna, at tey eru blivin villleidd og at teirra álít hevur verið misnýtt, men tá tað kemur til veðurlagsbroytingar, hava vit flest øll verið í hesi støðu seinastu áratíggjuni.

Vit hava øll hoyrt tíðindini um, hvussu Russland manipulerar almenna kjakið og valstríð runt heimin (serstakliga forsetavalið í USA) við følskum tíðindum og einum breiðum úrvali av øðrum villleiðandi taktikkum fyri at fremja síni áhugamál. Men Russland hevur kapping, tá tað kemur til at stýra almenna kjakinum til egnan fyrimun.

Nú tað líður ímóti vetri og myrkari tíðum, fara vit nevniliga at læra um, hvussu oljuvinnan hevur hildið okkum - heimssamfelagið - í myrki og sátt iva um sambandið millum fossil brennievni, útlát av vakstrarhúsgassum, alheims upphitingina og veðurlagsbroytingar - og hvat alt hetta merkir fyri okkara framtíð, um olja, kol og gass framhaldandi verða ein týðandi partur av okkara orkunýtslu.

Tað kemur neyvan óvart á nakran, at stórar fyritøkur í mongum førum virka fullkomiliga sjálvsøkið til frama fyri egin áhugamál. Men tað, sum er handan gardinurnar hjá oljuvinnuni, er ikki minni enn ótrúligt. Og allíkavæl vera tit heilt vist sannførd um hendan ørkymlandi veruleika aftaná filmin Merchants of Doubt, sum verður sýndur í Perluni 5. desember.

Filmurin byggir á høgt viðurkendu bókina Merchants of Doubt, sum vísindasøgufrøðingurin Naomi Oreskes og søgufrøðingurin Erik M. Conway útgóvu í 2010. Bókin fortelur søguna um, hvussu ein lítil bólkur av vísindafólkum við tilknýti til vinnuna eydnaðust í at sáa almennan iva um væl grundaðu vísindina handan veðurlagsbroytingar við at nýta somu háttaløg, sum vóru nýtt at villleiða um sambandið millum tubbak og kreft, álvarsemið og upprunan av sýruregni, vandarnar við DDT, holið í ozonlagnum og skaðan av at lata blýggj í brennievni.

Vitanin í hesum filminum er ein avgerandi partur av myndini í kjakinum um møguliga oljuvinnu í Føroyum, og hvørt tað er ein gongd leið fyri okkum. Kunnu vit líta á oljuvinnuna at hava okkara áhugamál í huga og verja okkum móti neiligum árinum av teirra virksemi? Svarið fært tú 5. desember í Perluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo