Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Sjósavnið hevur stórar ætlanir. Fleiri hava kanska varnast fleiri bingjur, sum eru settar saman til ein runding uttan fyri Sjósavnið.

Ætlanin er, at livandi hemarar skulu svimja í karinum.

Í løtuni verður ein glasrútur settur í seinastu bingjuna. Og tá ið hon er sett uppá pláss, verður ein dúkur sveisaður innaní.

Hemarin fer at svimja í 650 tons av sjógvi. Sjálvt gólvmálið í karinum er 314 fermetrar.

Tað er David Geyti, sonur Bjørka Geyti, leiðara á Sjósavninum, sum eigur hugskotið at gera stóra karið til hemarar.

Karið er eitt frumsnið, og verður eitt umbygt og útbygt Føroya Sjósavn til veruleika, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður í savninum.

Ætlanin er, at fyrsti hemarin verður sleptur í karið í komandi mánað. Hetta verður samstundis fyrstu fer – og einasta stað í heiminum – at hemari svimur í einum kari á landi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo