Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

104 ára gamla danska pensjónskempan, PFA, hevur mist 3 mia.kr. uppá eina einstaka íløgu. Missurin er so stórur, at hann kennir ikki sín maka í danskari pensjónssøgu og hann merkir fyri kundarnar, at teir hvør í sínum lagi hava mist 0,5% av síni uppsparing í einum høggi.

Tað skrivar finans.dk.

Felagið gjørdi í 2018 eina lutfalsliga stóra íløgu í virðisbrøv hjá danska felagnum Nordic Aviation Capital, sum livir av at leasa flogfør, men sum vegna koronafarsóttina hevur verið noytt at ásanna at virðisbrøvini í dag eru virðisleys. PFA hevur sagt nei takk til at vera við í royndunum at bjarga felagnum við at skjóta meira pengar inn.

Allir kundarnir hjá PFA verða raktir, tí hildið var, at íløgan var so mikið trygg, at eisini teir kundar sum høvdu ein lítlan vága í sínum pensjónsdepoti skuldu hava virðisbrøvini hjá Nordic Aviation Capital í síni goymslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo