Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Eksil: Vit eru stolt av at útgeva hesa bókina saman við útbúgvingini í Ritlist á Fróðskaparsetrinum. Hendan antologiin er tann fyrsta frá teimum, ið taka hesa útbúgving. Sum Bergur Djurhuus Hansen dekanur á Føroyamálsdeildini skrivar í innleiðingini til hesa bókina, so er:

Hetta savnið er eins fjølbroytt og tey, ið hava skrivað í tað. Tekstirnir skifta í stíli og formliga. Einstakir standa sum høgdir í stein, loknir og týðiligir. Aðrir eru mest sum gjøgnumskygdir, og aðrir ganga í ring, sum yrkingaklingrur, eins og vilja teir fáa fatur í onkrum, sum er í nánd, men fer undan og tí einans kann koma fram í næstan serielt broyttum endurtøkum.…

Fyri tey, sum taka útbúgvingina, er tað ikki ítriv, men eitt støðugt og krevjandi arbeiði, og fyri tann einstaka lesandi er tað harumframt eitt framtíðar yrki, sum kann ganga inn í nógvar samfelagsligar samanhangir. Tað er, sum Johan Jönsson skrivar í Xterminalia (2019), at “läsa och skriva på allvar, fatalt allvar”. Slíkt álvarsemi krevur dirvi, okkurt má setast í veð.

(Tekstur undir myndini)

##med2##

Høvundarnir eru:

Rebekka Petersen (1994) hevur tíggju yrkingar og tveir prosatekstir við í antologiini. Seks tær fyrstu yrkingarnar eru stuttar, og hava til felags, at tær byrja við “onkuntíð”. Tríggjar tær næstu yrkingarnar taka støði í nøkrum myndum, sum hon hevur tikið. Tann síðsta yrkingin “nonverbal” er meira fyri seg sjálva, og snýr seg um eitt eg í ymiskum hugsaðum støðum. Tann fyrsti prosateksturin “fyrst í dur” er eitt brot úr einum sunnumorgni hjá tveimum vinfólkum, sum hava verið í býnum. Innihaldsliga snúgva yrkingarnar seg um eitt eg, sum eygleiðir, minnist, skrásetir, lýsir, hugsar og fortelur. Næsti tekstur “Kúlan” er um tvey børn, ið spæla saman ein seinnapart. Annar teirra endar í eini støðu, sum er fremmand og ófrættakend.

(Tekstur undir myndini)

##med3##

Trygvi Danielsen (1991) hevur útgivið søvnini The Absent Silver King (2013) og Silvurbók (2018). Hann fekk heiðursløn Mentamálaráðsins til ungt listafólk í 2014 og Ebbu-virðislønina í 2019. Hann er BA í føroyskum.

Túnyrðingur er heitið á tekstinum hjá Trygva, hesin liggur eitt stað millum yrking og prosa. Hetta er ein yrkingakringla, ið snýr seg um eitt úrtøkiligt ”tú”, ið bæði elvir til ræðuleika og frið. Trygvi sigur um tekstin: Vit kunnu siga, at hetta er ein granskan av ymsum faktorum, sum føra til psykosu, og hvussu hon so verður loftað av einstaklinginum.

(Tekstur undir myndini)

##med4##

Helle Thede Johansen (1963) er útbúgvin fjarritari og sigldi nøkur ár við handilsskipum hjá A.P. Møller. Helle skrivar bæði á føroyskum og donskum. Higartil hevur hon givið út tríggjar bøkur í ein røð undir heitinum ”Tey í 5.b”. Handritið til fjórðu bókina er ávegis.

Í hesi antologiini hevur Helle tveir tekstir. Tann fyrri er ein yrking á ymiskum málum, har útsagnir frá ymiskum tíðarbilum og úr ymiskum mentanum tosa saman. Tann seinni er eitt brot úr einari skaldsøgu, har søgugongdin fer fram umborð á einum handilsskipi í 1980´unum og lýsir skipið sum arbeiðspláss. Høvuðspersónurin er fjarritari og sostatt er samskifti og sambond eisini natúrligir partar í hesari søguni.

(Tekstur undir myndini)

##med5##

Vónbjørt Vang (1974) er rithøvundur og cand.mag í bókmentafrøði og nútímans mentan. Hon hevur skrivað miðvíst í nógv ár. Hon debuteraði í 2011 við yrkingasavninum Millumlendingar. Í 2017 kom bókin Djúpini, sum fekk góða móttøku. Hon starvast sum býarbókavørður í Havn.

Hennara íkast eru tvær yrkingar, ið kanna og vísa áhuga í tí sannroynd, at mann sum menniskja, kroppur, tilvit og biologi ikki er lukkaður og avbyrgdur, men í staðin í einum áhaldandi og umskiftandi sambandi við verðina. Heitið á tí einu yrkingini er Ma. Á japanskum merkir ma millumrúm. Í yrkingunum er ein sensibilitetur fyri tí, sum er í millumrúmunum, fyri tí, sum er og fyri tí, sum sker – tað, sum flytur seg og tað, sum nemur við verðina og okkum. Í hesum millumrúminum traðkar poesiin til.

(Tekstur undir myndini)

##med6##

Dania Oddmarsdóttir Tausen (1998) gav savnið, Skál, út á jólum 2020, hon er virkin tónleikari og innan føroyskan film. Dania sigur sjálv um sín part av antologiini: Eg fekk íblástur til mínar tekstir frá undirvísingini á Setrinum. Mínar ætlanir við tekstunum eru at lýsa eitt innara lív, sum kann fyllast við nógvum ymiskum løgnum: ósunnum tankum, óbehagiligum kenslum, ótømandi keldum av spiritualiteti og minnum – alt mitt í einum vanligum gerandisdegi við arbeiði, innkeypi, børnum, fordómum, plantum og ikki minst, skiftandi veður- og hugløgum. Eg vóni, at lesarar megna at lesa tekstirnar fyri tað, teir eru í sær sjálvum, uttan at hugsa um tað er sjálvbiografi ella fiktión.

Fæst í handlunum frá í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo