At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað liggur onkursvegna í mínum DNA at hava áhugað í býráðspolitikki. Eg havi fylgt býráðsarbeiðinum hjá pápa mínum í 24 ár, og er tað við eyðmjúkleika og spenningi, at eg nú bjóði meg fram.

Eg eri uppvaksin í Klaksvík og havi eisini búð størsta partin av mínum lívi í Klaksvík.

Eg eri útlærdur timburmaður og havi starvast innan yrkið í meira enn 20 ár. Eg eigi fyritøkuna Garpar saman við Jan Joensen, og hava vit støðugt ment virkið til eina sunna fyritøku.

Eg eri framsøkin og veit eisini, nær eg skal brúka høvdið.

Eg eri giftur og havi tvey børn í aldrinum 3 og 7 ár.

Í frítíðini eri eg upptikin av ítróttarvirksemi hjá børnunum og møti dúgliga upp til venjingar hjá old boys í KÍ.

Eg stilli upp til býráðsvalið, tí eg haldi, at eg kann gera mun!

Eg ynski ein enn betri bý, og eg meti, at eg við mínum royndum í vinnulívinum og ítróttinum kann virka fyri, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi kann verða fremst, tá ið tað kemur til trivnað og menning. Hetta er galdandi fyri børn, ung og gomul.

Eg vil virka fyri:

** Betri karmar til dagstovnaøkið **
Dagstovnaøkið skal hava betri karmar at virka undir. Varandi og tíðarhóskandi loysnir skulu raðfestast. Ung eiga eisini at fáa eina heilt serliga raðfesting, og tí skulu tilboð til ung framhaldandi styrkjast og mennast.

** Fjølbroyttar bústaðir **
Eg vil arbeiða fyri fjølbroyttum bústøðum, har kommunan skal vera við til at skapa karmar soleiðis, at tað gerst smidligari hjá bæði smáum og størri fyritøkum at fara undir at byggja fjølbroyttar bústaðir til yngri og eldri.

Fleiri tøk grundstykki, sum skulu verða byggiklár soleiðis, at familjur, sum ynskja at seta búgv í Klaksvík, kunnu fara í gongd beinanvegin.

** Verkætlanir skulu førast heilt á mál **
Verkætlanir skulu skipast betri og førast heilt á mál, so ongin ivi er um, at verkætlanin er liðug. Neyv uppfylging skal samstundis vera við verkætlanum, so gjøgnumskygni er við kostnaði og tíðarætlan.

** Skynsama parkeringsætlan **
Parkeringsviðurskiftini í býnum skulu endurskoðast. Bæði privat og almenn parkeringspláss. Ein langtíðarætlan eigur at verða raðfest, samstundis sum aðrar loysnir skulu finnast.

** Fleiri sloyfur **
Hond skal takast um ”gomul” arbeiði, sum ongantíð eru komin á mál. Vit skulu tora at seta orð á hesi arbeiði og seta tey aftur á skrá.

Saman við hesum vil eg virka fyri, at allar tær spennandi verkætlanirnar, sum longu eru sjósettar, verða framdar skynsamt, soleiðis at býurin í framtíðini framhaldandi kann vera fremst í kappingini um Føroya besta bý.

Rógvi Jacobsen
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo