Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mánadagin 10.oktober fylti Alfred Sofus Haraldsen 100 ár. Føðingardagurin varð hildin á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi. Á føðingardegnum flutti løgmaður fram røðu vegna landsstýrið.

Røða løgmans kann lesast niðanfyri:

Góði Alfred,

Hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.

Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og tað takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast her á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi og dagliga eru um Alfred, ynski eg eisini hjartaliga til lukku.

At gerast hundrað ár!

Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal.

Tá mann fer at hugsa um, hvat tað man hava at siga at hava liva í heili 100 ár – eina heila øld – ja, tað er nakað, sum veruliga fær tankarnar í gongd.

Tygum hava verið vitni til nógvar broytingar og hendingar, og tað er torført at siga, hvør hevur verið hin størsta.

Tankar um eina tíð, áðrenn elektrisiteti kom, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn vit høvdu frystiskáp, og áðrenn liðugt-gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Alt hetta er trupult at ímynda sær í dag.

Alfred, tygum eru uppvaksin í Elduvík. Foreldur tygara vóru Sofus og Andrea Haraldsen. Longu sum unglingi, gjørdust tygum foreldraleysur. Sum 2 ára gamal misti tygum pápan, men vóru tygum og móðir tygara búgvandi í húsinum. Sum einans 16 ára gamalur, misti tygum eisini móðir tygara. Tygum vuksu upp saman við systkinabarninum úr Vík, Jógvani Davidsen, sum eisini gjørdist 100 ár.

Góði gamli grikski heimspekingurin Platon er millum annað kendur fyri at siga, at honum dámdi so væl at práta við gomul fólk. Um orsøkina til, hví honum dámdi tað, segði hann, at tað eru gomul fólk, sum hava gingið tær gøtur, sum vit øll skulu ganga. Eisini vita tey, hvar gøturnar eru ójavnar og knortluttar, og ikki minst, hvørjar eru lættast at ganga.

Við 100 árum á baki, hava tygum gingið mangar gøtur - til tíðir ójavnar og knortluttar, meðan aðrar hava verið heldur lættari.

Sum mangur annar unglingi fóru tygum til skips -fyrstu ferð í 1932 við Arisonu. Tað man hava verið ein sera minningarríkur túrur, tí júst henda túrin fór Arisona á land í Íslandi. Men meira skal til fyri at loypa veruligan hvøkk á tygum, tí longu 14 dagar seinni fóru tygum aftur til skips - hesa ferð við sluppini Fame. Tygum hava eisini siglt við Silver Lining og Kyrjasteini.

Eftir nøkur ár til fiskiskap gekk leiðin eitt stutt tíðarskeið til Danmarkar, har tygum arbeiddi á einum bóndagarði, og kanska var tað her, at áhugin fyri kríatúri veruliga kom til sjóndar.

Áðrenn kríggi brast á, komu tygum heim aftur til Føroya.

Í 1939 giftust tygum við Thomasiu frá Funningsfirði og fluttu tit bæði inn í barnaheimið hjá tygum í Elduvík. Børnini gjørdust 3 í tali, Sigrid, Amaliar, sum ikki longur er millum okkara, og Henry.

Tygum hava fingist við ymiskt, og millum mongu yrki tygara teljast størv sum linjumaður á telefonverkinum og vegarbeiði. Og sum flest aðrir føroyskir menn á bygd, hevur seyður tygara stóra áhuga, og vóru tygum eisini røktingarmaður í tveimum ymiskum høgum í nógv ár.

Alfred, fram um alt eru tygum familjumaður. Tygum eru ríkaður við 9 abbabørnum og 20 langabbabørnum. Við tygara serliga barnatekki, hava abba- og langabbabørnini altíð flokkast rundan um tygum. Familjan hevur vitja nógv í Elduvík, og mær er sagt, at abba- og langabbabørnini goyma ríku minnini um góðu løturnar í Elduvík um summarið, tá farið varð í hoyna, og tá tey annars tóku sær av løttum í sera flotta umhvørvinum har norðuri.

Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólkum, hava útint. Í øllum hesum arbeiðinum, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld við tøkk fyri tíðina, sum okkum er tillutað, og enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo