Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyski yvirlæknin Jóhan Poulsen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, hevur í ein mansaldur ment urologiska serkunnleikan á Aalborg Sjúkrahúsi.

Jóhan Poulsen, sum bæði føroyskir sjúklingar og føroyingar annars kenna væl, er nú farin um tey 69 árini og hevur avgjørt, at tíðin nú er komin at gevast sum yvirlækni og njóta lívið saman við konuni Kirsten, skrivar miðilin Hasseriavis.dk, sum hevur havt samrøðu við Jóhan Poulsen.

“Eg eri føddur í Klaksvík í Føroyum, har eg búði tey fyrstu 19 árini av lívi mínum”, sigur Jóhan Poulsen. “Pápi mín var el-installatørur, og mamma mín var skrivstovukvinna. Báðir mínir abbar og fleiri av beiggjum teirra vóru skiparar á fiskiskipi. Pápi mammu var reiðari við 7 fiskiskipum. Eg var tann fyrsti í ættini sum fekk studentsprógv. Tað var í 1972 í Tórshavn,” sigur Jóhan Poulsen millum annað.

Til ber at lesa alla samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo