Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrargrunnur Føroya: Stýrið fyri Róðrargrunn Føroya hevur gjørt av at lata seks feløgum stuðul at smíða sjey kappróðrarbátar. Seks bátar fáa 14.000 kr. í stuðli hvør og ein bátur 18.000 kr.

Grunnurin hevði í ár 102.000 kr. at luta út í. Ein umsókn varð ikki gingin á møti, tí báturin var liðugt smíðaður og latin kappróðrarfelagnum fyri 25. apríl 2022.

Feløgini, sum hava fingið játtað stuðul hesaferð, eru:
- Kappróðrarfelagið Tindur, 5-mannafar og 6-mannafar
- Strálan, 6-mannafar
- Róðrarfelagið Knørrur, 6-mannafar
- ÍF kappróður, 6-mannafar
- Kappróðrarfelagið NSÍ, 6-mannafar
- Sørvágs Róðrarfelag, 8-mannafar.

Stuðulin verður latin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl 2023, fellur stuðulin aftur til grunnin.

Áhugin fyri at smíða kappróðrarbátar er stórur, og stuðulsupphæddirnar, sum latnar verða í ár, eru tær minstu, síðan Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018, tí fleiri og fleiri eru um boðið.

Virksemið hjá grunninum í 2023 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo