Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Arbeiðið er í gongd at gera byggiskrá til bygging av nýggjum røktarheimi og atknýttum røktaríbúðum á Stórubrekku. Býarskipanardeildin stendur fyri hesum arbeiði. Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum.

Byggiskráin verður liðug nú í summar og verkætlanin skal eftir ætlan bjóðast út seint í ár. Bygginevndin hevur tikið støðu til at bjóða arbeiðstøkuna út í høvuðsarbeiðstøku, m.a. tí talan er um eitt sera stórt prosjekt.

Ynski er eisini at leggja dent á vælferðatøkni sum heild í røkt í Tórshavnar kommunu. Umsitingin er í gongd at gera fáa lýst krøv til vælferðatøkni í byggiskránni, soleiðis at hetta verður knýtt í hesa verkætlan.

Býráðið skal nú játta pening til uppstart, forkanningar, ráðgeving, fyrireiking til útbjóðing av verkætlanini. Harumfrat skal umsitingin hava heimild at bjóða verkætlanina út og at fara undir sáttmálasamráðingar við vinnandi ráðgevarafyritøkuna.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo