Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Hósdagin 28. mai bleiv sandurin á Glyvrum ruddaður. Rudda var í allarfagrasta veðri av røskum børnum í 1. og 2. fl. í frítíðarskúlanum saman við starvsfólkatoyminum. Vanliga halda tey til í Rituvik, men í løtuni húsast tey í skúlanum á Glyvrum. Fríðtíðarskúlin hevur í seinastuni oftani gingið túr oman til sandin á Glyvrum. Har sóu tey, at nógv órudd var rikið inn, og tey vildu gjarna rudda sandin fyri órudd ein seinnapart.

Ruddingin er við eisini í Norðurlendskari strandarudding, og tað merkjur at óruddið, sum tey henta, verður bólkað, vigað og skrásett. Skrásetingin verður send til Ringrás, sum so brúkar hana til at kortleggja hvat slag av óruddi rekur inn á sjóvarmálan.

Fríggjadagin fingu børnini pitsa og okkurt at drekka fyri ómakin. Aftaná vóru tey við til at skilja, bólka og viga óruddið. Tey funnið nógv ymiskt órudd, og tað mesta var smátt. t.d. var funnið flamingo, biofiltur, sigaretstubbar, smá træpettir, innpakningur og reip.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo