Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í Vágum er nýtt samstarv fingið i lag millum Fiskastykkið í Sandavági og Vága Kajakk í Sørvági eftir hugskoti frá Michael Koba frá Visit Vágar.

Fyri 320 kr. kanst tú rógva kajakk á Vatninum og so aftaná njóta góðan mat á matstovuni Fiskastykkið í Sandavági.

Koronafarsóttin hevur gjørt at føroyingar í størri mun velja at ferðast í egnum landi.

Sjálvt um eingi ferðafólk eru komin til Føroya, so hevur Vága Kajakk havt vøkstur, sigur Michael Gram við VP. Og góðar dagar er úr at gera, sigur hann.

- Tað er sjálvandi veðrið sum avgerð, um rógvast kann á Vatninum, sigur hann.

Kajakkrógvingin á Vatninum er serliga vælumtókt millum tey ungu.

Á Fiskastykkinum kann eisini bíleggjast matpakki, at taka við sær í kajakkina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo