Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur víðkar nú venjaratoymið, og nýggi maðurin er Rógvi N. Poulsen, sum verður fysiskur venjari hjá Betri Deildin, og elstu ungsdómsliðunum.

Í nakrar mánaðar hevur 07 Vestur mangla serskilan fysiskan venjara, og við nýsetta venjaranum, Rógva N. Poulsen, er hesin knúturin loystur. Rógvi kemur, umframt at verða partur av toyminum hjá Michael Schjønberg í Betri Deildini, eisini at leggja fysiskar venjingar til rættis hjá dreingjum U15 og U17.

Rógvi N. Poulsen er 32 ára gamal, og spældi so seint sum í ár í Betri Deildini, har hann hevur leikt yvir 200 dystir. Fyri kortum gavst hann í AB, har hann spældi á hægsta stigi. Hann hevur annars umboðað HB í fleiri ár og eisini B36.

Sum venjari hevur Rógvi, hóast hann er ungur enn, eisini havt fleiri størri uppgávur, t.d. sum leikandi høvuðsvenjari hjá AB og sum høvuðsungdómsvenjari hjá sama felagi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo