Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinnuháskúlin: Rói Hentze Rasmussen er settur sum nýggjur deildarleiðari á Trygdardeplinum hjá Vinnuháskúlanum við Áir, og tekur Rói við starvinum 1. august. Rói er 46 ára gamal og er útbúgvin skipsførari og teldufrøðingur.

Rói, ið hevur starvast sum lærari á Trygdardeplinum við Áir síðani 2018, tekur við eftir Signheðin Davidsen, ið hevur røkt starvið sum leiðari á Trydgdardeplinum síðani september 2001.

Signheðin byrjaði sum skeiðslærari í 1985, og hevur so at siga verið við frá byrjan, tá ið tánevndi Føroya Brandskúli varð stovnaður sum sjálvsognarstovnur í 1983, og til depilin gjørdist partur av Vinnuháskúlanum í 2004. 

Vinnuháskúlin takkar Signheðini fyri drúgva tænastu sum leiðari, og ynskir Róa blíðan byr í nýggja starvinum.

Trygdardepilin við Áir bjóðar ymisk skeið til einstaklingar og bólkar, eitt nú trygdarskeið og skeiði í eldsløkking fyri sjófólk, eldsløkking fyri virkir og eldsløkking fyri sløkkilið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo