Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir at Búskaparráðið herfyri gav sínar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar í fiskivinnulóggávuni, hava fleiri verið frammi við atfinningum og viðmerkingum til tilmælini hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið mælti í sínum hoyringsskrivi til, at fiskirættindini eiga at verða seld á uppboði.

Grundgevngin er, at tað skal vera vinnan sjálv, sum gjøgnum kapping, skal áseta tilfeingisgjaldið og at samfelagið á tann hátt fær virðið fyri sína ogn.

Hetta hevði eggjað til produktivitetsvøkstur í fiskivinnuni og gjørt tað møguligt hjá landinum at lækkað skattatrýstið sum heild.

Harumframt slepst undan hjá politisku skipanini at taka støðu, um hvør skal fiska og hvat skal rindast, tí marknaðurin syrgir fyri hesum.

At fiskirættindini hava virði, er lítil ivi um. Tað vátta skipasølur og uppboðsølurnar av fiskirættindum síðstu tíðina.

Men hvussu stórt hetta virði er, er heldur óvist.

Búskaparráðið gjørdi í 2014 eina roynd at rokna tilfeingisrentuna í føroysku fiskivinnuni.

Hetta roknistykki er síðani endurtikið, sum benda á at hesi rættindi hava stórt virði, men roknistykkið byggir á fortreytir, um hvør samsýning vanliga krevst til manning og kapital.

Hetta eru óvissar støddir, sum bæði umboð fyri reiðarar og manning hava víst á.

Í útrokningunum eru 400.000 kr. settar sum normalløn fyri eitt ársverk á sjónum ella tann lønin, sum í miðal krevst fyri at manna skipini, meðan 6% er sett sum eitt normalavkast til kapitalin, ella tað sum vanliga krevst í avkasti fyri líknandi íløgur.

Búskaparráðið skal ikki avgera hvussu nógv fiskimenn eiga at tjena, hvussu leingi teir skulu arbeiða ella hvat er eitt hóskandi avkast til eitt reiðarí.

Tvørturímóti.

Hetta eigur kapping á marknaðinum at gera av, sum samstundis vísir hvat virðið á náttúrutilfeinginum er.

Ein roknað tilfeingisrenta verður tískil altíð bert ein meting.

Tað er júst hetta, sum er boðskapurin hjá Búskaparráðnum; tí uttan eina uppboðsølu slepst ikki undan at rokna út tilfeingisrentuna, sum einans verður ein meting.

Djóni Højgaard
Formaður í Búskaparráðnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo