Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Røðan sum var hildin til veðurlagsverkfalli á mentanarnáttini:

Í 2009 samtykti Føroyar ein umhvørvispolitikk sum segði, at fram til 2020 skuldi Føroyar minka sítt útlát við 20% í mun til útlátið í 2005.

Tað var vón fyri framman; eitt stig á røttu kós.

Men hetta bleiv skjótt til einkis.

Hóast mong føgur orð hava verið um umhvørvið í løgmansrøðum og líknandi, hava tølini leingi gingið skeivan veg.

Í 2019 byrjaði veðurlagsátakið “Fridays for Future”, har fólk kring allan heimin brúktu sínar fríggjadagar til at varpa ljós á órættvísi og ábyrdgarloysi hjá politisku skipanunum; fólk høvdu fingið nokk.

Í 2020 var úrslitið av veðurlagspolitikkinum ein hækkan á útlátinum við 93% síðani 2005.

“Veðurlagspolitikkurin” sum skuldi bera Føroyar inn í eina grøna framtíð, hevði lítla og onga ávirkan.

Heldur enn eitt stig fram, vóru vit farin fimm stig aftur.

Hvussu kundu Føroyar svíkja okkum á hendan hátt?

Ofta havi eg kent meg hjálparsleysa og sæð meg sjálva sum størsta fíggindan, men veruleikin er tann, at eg kann ikki bjarga Jørðini við at takka nei til plastsúgvirør.

Eg havi ongan kjans at síggja útlátið á hvørjari einstakari vøru í Bónus, og meðan eg píski meg sjálva fyri at hava keypt okkurt óneyðugt, standa risafyritøkur fyri einum risastóran parti av samlaða útlátinum.

Elin Sólvør á Løgmansbø
Veðurlagslóg Nú!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo