Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Rockorkestrið Rolling Stones boða nú frá, at teir fara at stevna amerikanska forsetanum, Donald Trump, um hesin ikki gevst við at brúka tónleikin hjá Rolling Stones í sínum valkampagnum.

Tað gjørdi hann nýliga á einum stórum veljarafundi í Tulsa, Oklahoma, har hann spældi "You Can´t Always Get What You Want".

Rolling Stones hava síðani 2016 heitt á Donald Trump um ikki at brúka teirra tónleik, men higartil hevur hann ikki aktað.

 -Heldur hann fram fara vit nú at stevna, siga sangarin Mick Jagger, guitaristurin Keith Richards og plátufelagið BMI við tíðarritið Rolling Stone.

Fleiri aðrir tónleikarar, teirra millum Tom Petty og Neil Young, hava heitt á Trump um ikki at brúka teirra tónleik, men uttan at hann hevur lurtað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo