Brasilianska fótbóltslegendan Ronaldinho verður aftur at síggja hjá sínum gamla arbeiðsgevara Barcelona - ikki sum leikari, men sum ambassadørur fyri felagið.
- Barcelona og Ronaldinho eru vorðin samd um at brasilianarin verður ambassadørur og skal umboða felagið komandi árini. Ronaldinho verður eisini partur av prosjektinum "Legends" - eitt lið av fyrrverandi leikarum sum skal leika dystir fyri at kunna um felagið og virðini, sigur Barcelona í einum tíðindaskrivi.
Katalanska felagið hevur fingið sosiala miðilin Twitter upp at kóka við hashtaggini "#RonaldinhoIsBack".
Ronadinho leikti 207 dystir og skoraði 94 mál fyri Barcelona, áðrenn hann fór til AC Milan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo