Av og á fært tú eina kenslu av at Manchester United tað sama kundi spælt við 10 monnum.
Hetta var eisini satt undir Louis van Gaal og er vorðið uppaftur meira satt undir José Mourinho: Wayne Rooney, sum verður 31 í oktober, spælur sum var hann 41 ár.
Seinastu vikurnar eru video flogin runt á netinum sum vísa seinastu "hæddarpunktini" hjá Rooney. Sjálvt hansara størstu tilbiðjarar hava ilt við at burturforklára hesa elendigheit - tey tungu touchini, tey tempoveiku beinini sum nú, eftir 14 ár við intensivum spæli, hava fingið nokk.
Men tað sum eigur at fáa viðhaldsfólkini at stúra mest er ikki Rooney, men ávirkanin hann hevur á restina av liðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo