Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Wayne Rooney spældi í kvøld sín fyrsta dyst fyri Derby County, sum tók ímóti Barnsley á heimavølli.

Veðrarnir vunnu dystin 2-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.

Rooney var liðskipari hjá Derby, og legði hann upp til málið til 1-0, sum kom beint fyri steðgin. 

Fyrrverandi United stjørnan leikti inni allan dystin.

Derby liggur nummar 17 í The Championship, væl omanfyri niðurflytingarstrikuna, men eisini í longra lagi frá stríðnum um at flyta upp í Premier League.

Rooney spældi við Manchester United fram til 2017, áðrenn hann skifti til barndómsfelagið Everton, har hann var í eitt ár. Síðan spældi hann við amerikanska DC United fram til ársenda í fjør.

Rooney er eftirhondini vorðin 34 ára gamal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo