40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar býráð hevur tikið avgerð um, at mismunurin(diskrimineringin) mótvegis pensjonistum í Tórshavnar kommunu skal halda uppat. Hetta tænur býráðnum til rós.

Við hesum hava tey víst vilja í verki og megna tað, sum landsstýrið enn ikki hevur víst vilja til at fáa broytt – hóast tað í samgonguskjalinum stendur ““Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Talan er ikki um at hækka fráfaringaraldurin, men, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tann avgerðin eigur at liggja hjá pensjonistinum og ikki bara at verða koyrdur til hús, tá hann/hon hevur nátt ein ávísan aldur.

Nevnast skal eisini, at fyri uml 15 árum síðan var í Danmark, við lóg, ásett bann fyri  at gera mismund á arbeiðsmarknaðinum orskað aldur.

Undirritaði hevur ikki minni enn tríggjar ferðir reist spurningin  og víst til ásetinga í samgonguskjalinum. Men tað hevur verið, sum at “sletta vatn á gás” – als eingin vilji – og tykist ílagi ikki at halda seg til samgonguskjalið, tá umræður viðurskifti pensjonistanna.

Vónandi kemur nú vend í soleiðis at landsstýrið fer at fylgja tí virðuligu avgerð í Tórshavnar býráð við Heðini Mortensen á odda hevur tikið.

Nú má mismunurin(diskrimineringin) mótvegis pensjonistum halda uppat.

Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo