Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Marjus Dam og Dánjal Johansen hava í skrivi frá 29. februar 2016 boðað býráðnum frá, at teir taka seg úr býráðsmeirilutanum.

Í nevnda skrivi verður m.a. funnist at handfaringini hjá býráðnum av málinum um umvæling av Heiminum á Sýnini, og at býráðið ikki velur lokalar veitarar ella ikki velur lokalar veitarar framum. Eisini verður funnist at, at býráðið ikki virkar fyri, at vinnan hevur góð og mennandi kor í Vága kommunu.

VP hevur biðið um eina viðmerking frá borgarstjóranum í Vága kommunu, Rósu Samuelsen, og sigur hon millum annað í sambandi við atfinningarnar móti handfaringini av verkætlanini um at umvæla Heimið á Sýnini, at umráðandi er at skilja, at talan er um felagskommunala uppgávu hjá Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

- Sett er serlig bygginevnd við 2 limum úr hvørjari kommunu, umframt fakligum ráðgevum, sum stendur fyri øllum uppgávum og avgerðum. Bygginevndin skal sjálvandi virka eftir lógum og reglum, herundir galdandi lóggávu fyri kommunur og lóg um útboð.

- Eisini er tað so, at ein triði partur – landsstýrið – er inni í myndini, tí stórur partur av fíggingini er latin frá landinum, lutvíst sum studningslán og lutvíst sum rentufrítt lán.

- Ein serlig løgtingslóg er eisini gjørd fyri lánsveitingina, har tað m.a. eru reglur um byggi- og útgjaldsætlan, grannskoðan av roknskapi v.m.

- Leisturin við útboði v.m. sum kommunurnar hava hildið seg til, lá sostatt fastur frammanundan, sigur borgarstjórin.

Víðari sigur hon, at eftir at arbeiðini vóru boðin út, bar tí ikki til hjá kommununum - ella sum omanfyri nevndu býráðslimir kanska leggja upp til, aðrari av kommununum í samstarvinum - at gera annað, enn at fylgja lagda leistinum og tilráðingini frá ráðgevunum.

- Samsvarandi hesum leisti hava kommunurnar gjørt sáttmálar við fakentreprenørarnar.

Viðvíkjandi ivanum um góðskuna á teim vindeygum, sum fakentreprenørurin, ið vann entreprisuna, har vindeyguni eru partur, nýtir, sigur Rósa Samuielsen, at kommunurnar í útboðstilfarinum hava sett sum krav, at tey vindeygu, sum verða brúkt, skulu vera sum ávíst slag av føroyskum vindeygum.

- Hetta merkir í fyrra lagi, at kvalitetskrøv eru sett til vindeyguni, og viðkomandi veitari kemur undir ábyrgd, um góðskan ikki stendur mát. Eisini merkir hetta, at viðkomandi føroyska vindeyga frammanundan var góðkent ella viðurkent sum nóg góð góðska.

- Hinvegin merkir hetta ikki, at viðkomandi føroyska vindeyga skal brúkast uttan víðari, tí tá valdast innkomnu boðini.

- Tá síðan ráðgevarnir hjá kommununi hava váttað, at tey vindeygu, sum fakentreprenørurin, ið vann entreprisuna, har vindeyguni eru partur, ætlandi skal brúka, lúka krøvini í útboðstilfarinum í mun til m.a. góðsku, ber ikki til hjá býráðslimum í aðrari kommununi, Vága kommunu at krevja av einum entreprenøri, at viðkomandi kortini skal vraka ta loysnina og ístaðin velja eina aðra lokala loysn, ið býráðið vísir á.

- Slíkt krav kann ikki verða gjøgnumført uttan í semju við veitaran, sum jú hevur latið inn eitt tilboð, sum kommunurnar hava góðkent, og sum sambært ráðgevunum er í lagi. Slík broyting vildi í hvussu so er havt munandi eykakostnað við sær, sum Vága býráð í ítøkiliga førinum ikki metir seg hava heimild at brúka, fyri at velja ein lokalan veitara.

- Samanumtikið er støðan hon, at hetta mál er fyrireikað og avgreitt á heilt vanligan og rættan hátt í mun til útboð v.m., har tað umframt kommunustýrislóg  og lóg um útboð v.m. eisini er galdandi ein serlig løgtingslóg  fyri lánið og stuðulin frá landinum.

- Bygginevndin hevur tikið av lægstu boðum og gjørt sáttmálar við viðkomandi veitarar, eftir at ráðgevarnir hava sagt gott fyri góðsku v.m. Meirilutin í Vága býráð dugir tískil ikki at síggja, at hetta  málið kundi verði avgreitt á annan hátt, ella at møguleiki var fyri at seta fram krav um at brúka ávísan lokalan veitara, tá aðrir veitarar eru lægri í prísi.

- Sum nevnt omanfyri, Vága kommuna stendur fyri hesi verkætlan saman við Sørvágs kommunu og eru kommunurnar undir strongum eftirliti frá Landsstýrinum, sigur Rósa Samuelsen í viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo