Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tíðindi uttan úr heimi lýsa spentu støðuna millum lond og fólkasløg. Ófriður innan politikk, átrúnað og fólkasløg. Mitt í tí rokaliga búgva landsmenn okkara runt knøttin, – arbeiði, lestur og búseting . Á heimshøvunum sigla føroyskir sjómenn. Tess vegna eru vit sinnisliga ávirkað. Tað eru tey, ið stúra fyri framtíðini og sínum kæru.

Vit mega taka atlit at óttanum, ið skjótt kann vaksa og gerast angist. Vit mega hava virðing fyri teimum, ið stríðast við kvøl og tunga hugsan.

Kristnin prædikar í trúnni á Jesus ein berandi frið, sum ikki avnoktar sálarkvøl og tilverunnar truplu kor.

Fann í eini prædiku niðanfyri standandi søgu, ið lýsir trúarinnar ró, hóast tilveran raplar saman.

“Úti á einum nesi stóð eitt elligamalt bókartræ. Tað dagaði væl hægri enn onnur trøð og sólaði sær í ljósinum. Staðið var ábært, og træið tók nógvan vind á seg. Lendið var fjarskotið og berligt, og einans nakrir runnar og smærri skógir vuksu har á leið.

Í eini gjótu á tí bulmikla og stóra trænum hevði ein ørn, tann kongaligi fuglurin, bygt sær reiður.

Nakað ovari og úti á eini sveiggjandi grein var ein skjóra farin at reiðrast. Bústaður hennara dansaði og sveiggjaði í vindinum.

Væl niðari á trænum sat ein spetta, sum við nevinum hevði høgt sær eina holu inn í træbulin. Holan var hennara tilhald.

Men í botninum á sjálvum arnarreiðrinum inni millum tær stóru greinarnar, sum reiðrið var bygt á, hevði ein spurvur bygt sær eitt gott og trygt reiður, ið gav lívd og skjól.

Einaferð tá ið ódnaveður leikaði, og flóðin náddi væl niðan á nesi, var eitt álvarsamt omanlop. Tá ið óveðrið hasaði av, var bókartræið í eini hættisligari støðu ytst úti á tromini. Skjótt bórust tíðindi sum ófrættakend boð millum tey fastbúgvandi: Tað stóra bókartræið er í vanda.

Við tað sama kom skjóran heim og lat mælsk við nevinum, so tað kundi hoyrast víða um: Okkara tilvera er hótt. Vit eru í vanda. Træið fer um koll, tá ið tann næsti stormurin kemur.

Ørnin royndi at látast sum um, at hon ikki hoyrdi. Frægast var at vera kúrr, nú smáfuglarnir skrólaðu av ótta fyri framtíðini. Enn var einki egg í reiðrinum, so støða hennara var ikki so álvarsom. Nakrar dagar seinni hoyrdist í skógini, at ørnin var flutt. Í øllum førum var hon ikki at síggja við tað stóra træið.

Skjórurnar lógu á eggum, og fuglurin vónaði at kunna støðast i friði og náðum, inntil ungarnir vóru komnir væl ávegis og floygdir. Mundi tað ikki fara at laga seg?

Í reiðrinum hjá spettuni var almikið høvuðbrýggj. Nú vóru tær júst lidnar at byggja eitt trygt reiður, ið var væl fest og samanbundið. Nøkur egg vóru í reiðrinum, so tað var harmiligt at fara frá húsi og heimi. Tær gjørdu av at bíða og síggja, hvussu leikur fór.

Eisini spurvurin varð verandi. Tað var liviligt og støðan kendist trygg. Alt gekk væl í langa tíð. Sólin skein oman og niðan, tað var summar og fuglasangur.

Men ein dagin um sólsetur var himmalin hóttandi og ljótur. Um náttina vaks vindurin. Veðrið varð ruskut og versnaði alsamt. Í dimmalættingini ýldi stormurin.

Skjórurnar høvdu júst fingið ungar, ið vóru naknir og smáir. Tað bar ikki til at fara frá ungunum, so tær valdu at verða verandi. Men brádliga treiv hin harði vindurin í træið, og aldubrotið bar ófrættakend neyðarróp. Ræðsluslignar flugu skjórurnar burtur og lótu teir skríggjandi ungarnar verða eftir í reiðrinum.

Spetturnar lógu á eggum. Ungarnir vóru enn ikki útkomnir. Hvørja løtu kundi bresta fyri nevn, so tað var ómøguligt at fara úr reiðrinum eftir at hava ligið á eggunum í so langa tíð.

Enn ein ógvusligur og harður skjálvti fór ígjøgnum tað gamla træið, ið misti rótfestið og fór stiklandi út yvir tromina. Spetturnar flugu av reiðrinum og sóust ikki aftur.

Træið varð tikið úr sínum jørðildi og misti rótfestið. Tað fór stiklandi út av tí høga bakkanum og bóltaði fleiri ferðir runt. Loksins lá tað sum ein niðurdottin fallskíggi á strondini.

Millum tær stóru greinarnar innast við træbulin lá spurvurin framvegis á eggunum og tók sær av sínum.

Hann hevði bundið frið og latið grannarnar tosað.

“Eg haldi, at heimurin er bygdur av lava” – segði spurvurin við seg sjálvan. “Eg haldi fyri vist, at heimurin bóltar rút rundan um meg. Guð havi lov fyri at eg veit, hvar eg skal vera.”” 1)

Tá ið farið verður um sýnuna á seinasta sinni. Gævi at friðurin í Jesusi ber okkum í tíð og ævinleika. At vit kenna, at vit eru í Guðs hondum. Amen.

Orðið: “Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir.” (Matteus 24,35).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
1) Søguna eigur danski presturin og rithøvundurin Helge Noe-Nygaard (1914-2008).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo