Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United-liðskiparin Harry Maguire hevur verið kritiseraður fyri sín leiklut í Manchester United hesa sesongina.

Fríggjadagin var hann so heppin at skora í 5-0 sigrinum hjá Onglandi móti Albania í HM-undankappingini.

Verjuleikarin feiraði málið við at taka hendurnar upp til oyruni, fyri síðani at stinga fingur í tey, helst fyri at vísa, at kritikkur ikki er nakað sum rínur við seg.

Fyrrverandi Manchester United-liðskiparin Roy Keane var viðmerkjari í ITV, og hann var ikki mildur.

- Hann tekur hendurnar handan oyruni sum um hann skal sissa kritikarnar. Tað er flóvisligt. Hann hevur verið ræðuligur seinastu mánaðirnar fyri Manchester United. Hann heldur, at um hann skorar í hesum dystinum, so sissast kritikarnir. Flóvisligt, segði Keane sambært norska Dagbladet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo