Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Royal Greenland, sum longu eigur seks fiska- og rækjuvirkir í Nýfundlandi, hevur keypt fýra virkir afturat. Sostatt er grønlendska heimastýrið, sum eigur Royal Greenland, vorðið størsti einstaki aktørur innan virking av fiski og rækjum har á leiðini, tað skrivar almenni kanadiski miðilin CBC. Tað eru virkir hjá Quinlan Brothers í Old Perlican, Bay de Verde og Baie Verte sum nú skifta eigarar.

Handilin er góðkendur av myndugleikunum, men ikki øll eru fegin um hann. Fakfelagið hjá teimum sum arbeiða í fiski heldur, at virkini savnast á alt færri hondum, og tingini henda uttan at nøkur verulig viðgerð hevur verið av hvørjar avleiðingar broytingarnar kunnu hava.

Royal Greenland keypti fyrstu virkini í Nýfundlandi í 2016, og CBC endurgevur lokalar keldur fyri at siga, at Royal Greenland hevur gjørt stórar íløgur og skapt nógv arbeiðspláss hesi árini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo