Kendi enski kokkurin Rick Stein er komin í andróður, eftir at tað er komið fram, at hann hevur roynt at selja føroyskan laks sum enskan villlaks á síni heimasíðu.
Rick Stein hevur skrivað yvir 20 kókibøkur, gjørt eina langa røð av sjónvarpssendingum og eigur eisini matstovur og nethandlar, og tað er í hesum sambandi, at hann hevur verið mismæltur tá hann skuldi lýsa eina av sínum vørum.
Miðilin Cornwalllive skrivar, at Rick Stein á sínum nethandli hevur lýst føroyskan alilaks sum villlaks, fiskaður í enskum áum. Men tað er ikki rætt, hava fólk ið eru ímóti laksaaling víst á.
Don Staniford, sum eisini var frammi í samband við gitna Seaspiracy dokumentarfilmin á Netflix, hevur sagt við BBC, at heiðurligheit og reiðiligheit er ein mangulvøra í vinnuni sum heild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo