Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skúlablaðið: Í londunum kring okkum gjørdi koronasmittan um seg um ársskiftið, og smittutølini vuksu. Tað gjørdu tey eisini í Føroyum. Hetta fekk fleiri at spyrja, eitt nú á sosialum miðlum, um eitt nú skúlin mundi byrja aftur, sum vant, í januar 2021, ella um fjarundirvísing aftur fór at gerast veruleiki.

Men frá myndugleikunum hoyrdis onki, og skúlarnir, og samfelagið annars, byrjaði aftur eftir jóla- og nýggjársdagarnar. Og koronatølini eru aftur fallandi.

Men hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin, ið umsitur skúlan, nú eitt nýtt frábrigdi av koronasmittu ger um seg, tað sokallaða enska frábrigdið, ið sigst smitta sera illa?

- Eg fari at grunda míni svar á ta positivu støðu, sum er í løtuni, heldur enn á ivasamar metingar um framtíðarútlit. Vit í landsstýrinum fylgja hvønn dag neyvt við farsóttini, so neyvt sum til ber við hesum nýggja og sjáldsama virus, sum ber seg øðrvísi at, enn flestu onnur.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo