Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini settur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra, av Ingolf Sólheim Olsen, løgtingsmanni, um royndir við skiljirist og semipelagiskum troli.

Spurningar:

1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanir um aftur at gera royndir at trola eftir upsa í føroyskum sjógvi við skiljirist í trolinum – eisini á leiðum, sum annars eru stongdar fyri trolfiskiskapi – ella við støði í longu gjørdum royndum at skipa upsafiskiskapin eftir slíkum leisti?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera royndir at trola eftir upsa í føroyskum sjógvi við semipelagiskum troli ella øðrum trolreiðskapi, ið kann trola uppi í sjónum?

3. Eftir royndarfiskiskapin við trolrist í 2013 og 2014 skuldi ein arbeiðsbólkur gera eftirmetingar av øllum teimum stongdu leiðunum, og mælt varð til, at bólkurin eisini viðgjørdi spurningin, um stongd troløki kundu latast upp, um tað aftur fyri varð kravt at brúka rist í trolinum. Hvat spurdist burtur úr arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum – hvørjar niðurstøður og tilmæli gjørdi hann?

Viðmerkingar:
Hóast fiskifrøðin er samd um, at upsastovnarnir undir Føroyum eru í góðum standi, so er upsafiskiskapurin ongantíð komin fyri seg aftur, og bæði botnfiskatrolararnir og upsavirkini hava trongar tíðir. Tí eigur at leggjast meira orka í átøk og veiðihættir at fáa fiskiskapin at líkjast tí, sum mælt verður til av fiskifrøðingunum.

Seinastu nógvu árini hevur fiskiskapurin hvørt ár ligið væl niðan fyri tað, sum ICES mælir til. Í fjør segði ICES-tilráðingin, at 35.000 tons av upsa kundu fiskast í føroyskum sjógvi, men tað blivu bara fiskað 22.897 tons.

Árini 2011 – 2020 vórðu tilsamans fiskað 67.343 tons minni av upsa í føroyskum sjógvi, enn ICES mælti til. Søguliga miðalveiðan av upsa í føroyskum sjógvi er 36.300 tons um árið.

Seinastu tíggju árini hevur miðalveiðan tó verið 27.076 tons og seinastu trý árini bara 22.720 tons. Hví so er, sjálvt um fiskifrøðin metir stovnarnar vera væl fyri, er ilt at siga.

Ad. 1 og 2: Tað er ein sannroynd, at ígjøgnum tíðirnar eru alsamt fleiri fiskileiðir í føroyskum sjógvi blivnar stongdar fyri trolveiðu.

Í tann mun hetta er gjørt fyri at verja ungfiskin, eigur at leggjast nógv fyri at kanna, um tað eru aðrir mátar at røkka hesum endamáli enn at steingja øki fyri trolfiskiskapi – til dømis kravt brúk av trolrist.

Vert er at nevna, at trolrist er kravd í fleiri londum, sum vit í fiskivinnuhøpi plaga at samanbera okkum við, til dømis í Grønlandi, Noregi og Kanada.

Havstovan, trolvirkið Vónin, Vørn og reiðaríið Faroe Origin samstarvaðu í apríl/mai 2013 og í januar 2014 um royndarfiskiskap, har trolaraparið Heykur og Falkur hjá Faroe Origin túr fyri túr skiftust um at brúka skiljirist í trolinum. Royndirnar vórðu stuðlaðar av Fiskivinnuroyndum.

Í royndarfiskiskapinum var loyvt at fiska í stongdum økjum, og eitt endamál við royndarfiskiskapinum var at kanna, um tað bar til at lata stongd øki upp, um skiljirist varð nýtt í trolinum.

Royndirnar prógvaðu, at ristin riggar væl, og í endaligu frágreiðingini, sum Havstovan gav út í november 2014 verður millum annað henda niðurstøða gjørd: “Royndirnar við rist í upsatroli, ið blivu gjørdar í apríl-mai 2013 og í januar 2014 vístu, at ristin riggaði væl. Báðar royndirnar vístu, at ristin sáldar væl ungfisk frá, uttan at veiðan eftir tí størra fiskinum minkar.

Nógvir fyrimunir eru við at nýta ristina:

• Hjáveiðan av ungfiski minkar munandi. Hetta eigur at koma flotanum til góðar, við tað at veiða kann økjast, uttan at veiðitrýstið økist samsvarandi.

• Virkini á landi fáa ágóða av javnari og betri stødd.

• Skipini fáa roynt á økjum, har tey annars ikki fáa roynt vegna ov stóra hjáveiðu av ungfiski.

• Hjáveiðan av smáum fiski av øðrum sløgum minkar.

Myndugleikarnir eiga tí at umhugsa, í hvønn mun ristin kundi verið kravd í troling undir Føroyum. Á føroyska landgrunninum eru nógv øki friðað fyri troling. Fleiri orsakir eru til hetta. Summar leiðir eru friðaðar í gýtingartíð. Aðrar leiðir eru stongdar fyri at skilja reiðskap sundur og aftur aðrar vegna stórt íbland av smáum fiski.

Umsitingarliga eru stongdu leiðirnar eisini við til at tálma veiðitrýstið.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá vinnuni, Havstovuni, Vørn og Fiskimálaráðnum ger í skrivandi stund eina eftirmeting av øllum teimum stongdu leiðunum. Bólkurin kann skjóta upp undirbygdar broytingar í friðaðum/stongdum økjum.

Hóskandi kundi verið, at bólkurin eisini viðger, í hvønn mun møguliga kravd rist í troling undir Føroyum kundi givið grundarlag fyri minking av teimum trolfríu økjunum. Her verður serliga hugsað um uttastu partarnar av kassunum norðanfyri og í útnyrðing, soleiðis at til ber at tóva samanhangandi millum økini eystanfyri, norðanfyri og vestanfyri.”

Nógv talar sostatt fyri, at trolrist í stóran mun kann brúkast í staðin fyri trolstongsul, um stongsulin hevur til endamáls at verja ungfisk.

Støðan er sjálvsagt ein onnur, tá talan er um gýtingarøki og eitt nú øki, sum eru stongd fyri trolfiskiskapi, tí tey eru markað til annan fiskiskap.

Vert er eisini at minna á samgonguskjalið hjá sitandi samgongu, har millum annað hetta stendur at lesa: “Skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett.”

Ad. 3: Upsi er ein semipelagiskur fiskur. Tað merkir, at hann tíðum stendur á botni, tíðum uppi í sjónum. Botntrolini fiska, sum navnið sigur, bara á botni, og tey hava lítið gap.

Tá stovnarnir sambært fiskifrøðini eru so væl fyri samanborið við veruliga fiskiskapin, kundi tað verið áhugavert at roynt at trola eftir upsa uppi í sjónum við størri semipelagiskum trolum at vita, um hetta kundi bøtt um fiskiskapin.

Samanumtikið: Botnfiskatrolararnir í heimasjógvi líða undir framhaldandi vánaligum upsafiskiskapi og upsavirkini á landi somuleiðis. Men upsastovnarnir hava tað gott, og tí er umráðandi at gera okkurt fyri at bøta um fiskiskapin.

Tað er sjálvsagt umráðandi, at farið verður fram við varsemi, um stongdar leiðir verða latnar upp aftur fyri trolfiskiskapi. Hinvegin gevur tað lítla meining at krevja rist fyri at verja ungfiskin, um tað ikki samstundis verður latið upp fyri fiskiskapi á stongdum leiðum, har stongsulin eisini hevur til endamáls at verja ungfiskin.

Um troling við rist kombinerað við upplating av stongdum leiðum elvir til økt veiðitrýst, er tó eyðsæð, at tað so verður lagt upp fyri hesum við aðrari regulering. Eitt dømi kundi verið, at tað tá verður regulerað í fiskidøgum.

Tað sama er galdandi fyri troling uppi í sjónum.

Hugsandi er, at yvirskipaða málið er at økja samlaðu upsaveiðuna, so hon samsvarar við fiskifrøðiligu tilmælini, og at fiskiskapurin gerst meira javnur. Tí tað tænir bæði skipum, manningum og virkjum best.

Á Løgtingi 26. mars 2021
Ingolf S. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo