Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Deiligt at síggja so nógv rudda í dag.

Vit rudda eisini, sum so mangar aðrar dagar í árinum.

Men hvat er tað, vit rudda? Jú, tað mesta er frá vinnuni, spreingitráðir í langar banar og t.d. flamingo.

Gaman í er eitt sindur av t.d. sigarettstubbum og eingangsplasti. Men tað mesta er ídnaðarrusk.

Fólkið er vaknað, og tað eru nokk tey fæstu, sum í dag tveita sigarettstubbar og plast út.

Og misskilið okkum ikki, vit halda, at Rudda Føroyar er eitt sera gott átak!

Men hví blívur ábyrgdin so við at liggja hjá vanliga fólkinum?

Hví skulu vit, sum alsamt royna at brúka minni, liva meira skynsamt og seta færri fótaspor, hava konstant samviskubit um alheimsumhvørviskreppuna, vit øll standa yvirfyri?

Tað eru tey leiðandi, ið hava vald, sum eiga at taka stóru tøkini, og handla. Tað hevði munað.

Hvussu kunnu vit blíva við at tosa um búskaparligan vøkstur, um eitt nú havnaútbyggingar og størri aliídnað, og samstundis vilja ganga á odda á umhvørvisøkinum?

Okkara nýggi løgmaður hevur júst í morgun skrivað:

“Sum land eiga vit at seta okkum sum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum.”

Føgur orð, ja. So nú mugu vit vænta og vóna, at arbeitt verður fram ímóti tí.

Men hví fingu vit so ongan umhvørvismálaráðharra, sum burtur av arbeiðir við umhvørismálum?

Nær fáa vit eina náttúrumargfeldislóg?

Eina kemikaliulóg?

Og hví ætla vit enn at leita eftir olju?

Við grønari kvøðu

Sanna Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo