Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT: 27. juli kl. 17 rullar árins Faroe Pride avstað – bókstaviliga!  Faroe Pride, sum vit kenna hana, bleiv avlýst vegna koronu, men tað nýtist ikki at merkja, at slett ongin Pride skal vera í ár. Tí var funnið uppá ráð og ístaðin fyri at ganga oman havnar gøtur, verður ársins Faroe Pride skipa sum ein rekkjukoyring. Nú undirsjóvartunnilin ger tað lætt og ómakaleyst at fara leiðina til Skálafjørðin, fer Faroe Pride fyri fyrstu fer úr Havnini og inn á Skálafjørðin. Sostatt gerst Pride’in, sum ikki skuldi vera, nú til størsta Faroe Pride nakrantíð. Hetta er samstundis frálíkt høvi at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá LGBT Føroyar.

Pride rekkjukoyring
Ársins Faroe Pride verður skipað við íblástri frá jólarekkjukoyringini, sum hevur verið vestri í vágum seinastu mongu árini. Eins og við tí rekkjukoyringini, verður lagt upp til, at fólk prýða bilarnar í besta Pride-stíli. Tað kann vera alt frá fløggum og ballónum til litføgur klistur og blómur. Tað er bara hugflogið, ið setir mørk!

Bilarnir hittast á Hjalla kl. 16.30 har seinasta hond verður løgd á at prýða bilarnar. Síðan verður rekkjan skipa sum vanligt, har eitt nú ungmannafeløgini koyra fremst og síðan restin av bilunum. Koyrt verður av Hjalla kl. 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tá gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

Ein sendari verður við í rekkjukoyringini, so allir bilarnir og tey sum búgva í grannalagnum, har bilarnir koyra, kunnu lurta eftir rásini og hoyra góðan tónleik, prát og fylgja við, hvat annars hendir á túrinum. Kunna verður um, hvør kanal sent verður frá, á sjálva degnum.

Tey, sum ikki koma við at koyra, eru meira enn vælkomin at standa framvið vegnum og vinka, tá Pride-rekkjukoyringin koyrir framvið, og soleiðis gera tað enn meiri hugaligt at koyra við í Faroe Pride-rekkjukoyringini.

Flottasti bilur
Ongin rekkjukoyring uttan at hátíðarhalda flottasta bil. Tískil verður vinningur latin til flottast prýdda bil. So tað er at lata hugflogið flúgva og lata bilin vera so serstakan, litríkan og festligan sum gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo