Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Nøvnini eru ov løgin og tey kunnu fara at darva menningini hjá barninum. Tað er ikki í lagi, at børn í dag kunnu doypast Magnusdakki, Rasmusbailey, Diddedarling og Piphat, tað er farið alt ov vítt. Soleiðis sigur Brigitte Klintskov Jerkel úr konservativa flokkinum um nýggju nøvnini, sum eru góðkend at koma á listan yvir góðkend donsk fólkanøvn.

Eins og í Føroyum er ein listi við nøvnum, sum fólk kunnu brúka at geva sínum børnum, og listin verður dagførdur regluliga við nýggjum, góðkendum nøvnum.

Men okkurt bendir á, at listin í Danmark er munandi meira rúmligur enn tann føroyski - og meira enn gott er, meina fleiri.

Onnur góðkend nøvn eru eitt nú Smiley og Musling til gentur og Awesome og Brormand hjá dreingjum.

- Nøvnini mugu ikki blíva eitt haft um beinið hjá børnunum. Tað virkar sum kreativiteturin hjá foreldrunum at finna uppá nøvn hevur størri týdning enn vælferðin hjá barninum, sigur Brigitte Klintskov Jerkel við B.T.

Fleiri av nýggju nøvnunum á navnalistanum eru útlendsk, eitt nú er Piphat eitt vanligt navn í Teilandi, men konservativi politikarin vísir á, at nøvnini ofta hava ein heilt annan og negativan týdning í Danmark.

- Og tað vænti eg, at foreldrini fara at skilja um vit greiða teimum frá tí.

Brigitte Klintskov Jerkel vil hava eina áseting aftur í lógina sum varð tikin burtur tá lógin varð broytt í 2006. Sambært ásetingini bar ikki til at velja eitt navn til barnið, sum kundi blíva til ampa fyri barnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo