At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar Kommuna: Kommunala skattatrýstið í Runavíkar kommunu verður 21½ % - hitt sama sum í verandi ári (2021). Virðið á Spjaldrinum, frítíðarkortinum, ætlað ungdóminum úr 6 til 18 ára aldur, verður framhaldandi 2.500 krónur fyri hvønn einstakling. Hildið verður fast við skipanina ansingini viðvíkjandi, soleiðis, at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Nakrar smærri dagføringar vera gjørdar í foreldragjøldunum og barnafrádrátturin verður hin sami sum frammanundan – 8.000 krónur, ið er millum teir hægstu í landinum.

Fíggjarætlanin fyri 2022 javnvigar við 242 milliónum krónum.

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 7,3 mió. kr., ongi nýggj lán verða upptikin í 2022 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 4,2 %´um, sum í mestan mun er avleiðing av stórum fólkavøkstri, lønarhækkingum, vaksandi barnavernd og nýggjum virksemi í ungdóms- & aktivitetshúsinum Gulu smiðju í Saltangará. Tá sagt verður, at ongi lán verða tikin upp í 2022, er hædd ikki tikin fyri máli/málum, sum enn ikki eru búgvin at taka støðu til, og harvið mega fáa eina serstaka viðgerð í nýggja fíggjarárinum, tá tíðin er komin til tess.

Í løtuni (pr. 1. oktober 2021) svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 53% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur eitt vet hægri um ársskiftið 2021/2022.

Allan leygardagin, hin 30. oktober, í ein hálvan sólarring uttan steðg, sat býráðið á fyrireikandi arbeiðsfundi í Saltangará - til tess at fáa smíðaða eina ætlan fyri næsta fíggjarárið. Á fundinum samdust øll tey 11 umboðini fyri Lista A (7), Lista B (1), Lista C (1) og Lista D (2) um uppskotið, sum varð lagt fram á almenna býráðsfundinum í dag. Uppskotið til FÆ2022 fekk sína fyrstu viðgerð á býráðsfundinum. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlag undir uppskoti og orðaskifti, og tikið bleiv undir við uppskotinum til FÆ2022 uttan broytingar. Onnur og endaliga viðgerðin av fíggjarætlanini verður ætlandi á almennum býráðsfundi hósdagin hin 25. november 2021.

Samsvarandi FÆ2022 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 55 mió. kr. í árinum sum kemur. Nakrar íløgur eru tengdar at sáttmálum og avtalum so sum grótið úr Sandoyartunlinum, Dansistovan og kommunalt nátthús í Funningi, Fjøruvegurin, gongugøta í Skálafirði og nýggja Bakkabrúgvin. Av øðrum kunnu nevnast: Fyrireiking av skúlabygging, ungdómshús á Skála, nýggir graslíkisvøllir í Runavík og á Glyvrum, útiøkið norðanfyri Gulu smiðju, miðbýarætlan, vatnverk í Funningsfirði, Fjøruvegurin í Rituvík (oman til kirkjuna og lendingina), nýskipan av gøtuljósum inn á eina grønari kós, havnalag undir Saltangará/Glyvrum, umvæling á støðni í Elduvík o.s.fr.

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2022 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at læna til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum. Hinvegin kann ein nýggj politisk støða taka seg upp næstu 14 mánaðirnar, sum hevur ta avleiðing, at ein nýggj støða skal takast í mun til fíggjarætlanina soleiðis, sum hon er samtykt í dag og væntandi á býráðsfundinum hin 25. november.

Eitt mál sum hevur verið í umbúna og undir fyrireiking í áravís, er ætlaða svimjihøllin í Runavík. Býráðið, sum sat undan hesum, samtykti, at tekna innanvert ein karm á 100 mió. kr., og tá var politisk semja um, at arbeiða við fyrireikingunum fram hagartil, at tilboð vóru komin inn, sum kundu viðgerast tekniskt, fíggjarliga og politiskt. Sostatt verður tað sitandi býráð, sum eigur avgerðina - um svimjihøllin gerst veruleiki ella ikki. Fyrireikingarnar eru nú loknar og tilboðini vera væntandi kommununi í hondum ein av fyrstu døgunum.

Meira á www.runavik.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo