Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Í nýggjum útstykkingum, og har sum størri broytingar henda í undirstøðukervinum, er neyðugt at seta nøvn á vegir og gøtur. Ein bólkur av skikkaðum fólki virkar í slíkum málum ráðgevandi í mun til kommununa, og í hesum førinum snúði tað seg um at seta nøvn á undirstøðuna í nýggju útstykkingini í Leitinum og á Rókalandinum, nú broytingar eisini vera gjørdar í ferðslumynstrinum í hesum økinum - serliga eftir at Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu.

Á býráðsfundinum hin 25. mars tók býráðið einmælt undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og ráðgevandi bólkinum í vega- og gøtunøvnum. Á myndunum síggjast nøvnini - og hvar tey eru plaserað landafrøðiliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo