Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ADHD felagið: Miðhøll í skúlanum í Klaksvík verður karmur um ADHD Rundferðina í annaðkvøld 20.mai kl. 19.

Hettar er triðja Rundferðin av seks, sum ferðast kring alt landið. Eini 400 fólk tilsamans vórðu til hinar báðar, sum vóru í Sørvági og Oyrarbakka, tí vænta fyriskiparnir nógv fólk. Teir ynskja at fólk møta í góðari tíð.  

Eisini ber til at fylgja við á netinum, tí tiltakið verður stroymt.

Á skránni eru 4 spennandi framløgur um ADHD/ADD frá ymsum sjónarhornum.

Kendi rógvarin og listarmaðurin Livar Nysted greiðir frá, hvussu tað er at fáa staðfest diagnosuna, sum vaksin.

Bjørg Dam, foreldur at barni greiðir frá, hvørji amboð og hjálp diagnosan gevur. 

Tormóður Stórá leiðandi psykiatari LS og Tórfríð Danielsen, psykologur á Sernámi geva sítt fakliga íkast til, hvussu foreldur og fakfólk kunna eyðkenna ADHD/ADD, og hvørji átøk og hvør sernámsfrøði kann setast inn við.

Rundferðin er samskipað í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Tiltakið er ætlað øllum, bæði fakfólkum, avvarandi, havandi ADHD/ADD og øllum, ið vilja vita meir.

Rundferðin er ókeypis.

Les meir um Rundferðina á: https://adhd.fo/rundferd-2019-2020/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo