At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Korona sást ikki aftur í søluni hjá Rúsdrekkasølu Landsins í fjør. Sølan var næstan 146 milliónir krónur - meira enn fýra milliónir meira enn árið fyri og næstan 10 mió kr meira enn í 2018.

Orsøkin er fyrst og fremst stóra fólkatilflytingin umframt, at tað gongur væl búskaparliga í Føroyum.

Tað sæst í seinastu ársfrágreiðing hjá Rúsuni.

Men hóast sølan setur met, so er nýtslan av alkoholi fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár ikki vaksandi.

- Nýtslan í Føroyum liggur á umleið 6,3 til 6,6 alkohol litrar árini frá 2011 til 2020, sigur Rúsan millum annað í ársfrágreiðingini. Lagt verður tó afturat, at veruliga nýtslan helst er nakað hægri, tí tað sum verður innflutt tollfrítt er ikki við í tølunum.

Eisini er eitt rák, at meira verður selt av tí veikara og minni av tí sterkara.

- Í 2011 vórðu seldir 76.516 litrar innanlands av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2020 var talið minkað heilt niður í 70.076 litrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo