Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin, leygardagin 12. mars, kl. 15:30 verður pallborðsfundur um ”Rúsdrekka og avmarkingar ella rúsdrekka og ongar avmarkingar” á Hotel Skálavík. 

Tey fýra við pallborðið eru: Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum og Jens Jensen, kriminalpolitistur og fyrrverandi limur í Fólkaheilsuráðnum. Katrin Petersen verður orðstýrari.

Tey fýra fara millum annað at viðgera hesar spurningarnar:

Skulu tað vera avmarkingar at fáa fatur í rúsdrekka?

Hvørji atlit skulu takast til heilsuna hjá føroyinginum?

Hvørji atlit skulu takast til fyribyrgingarpartin?

Skal vera loyvi at lýsa við rúsdrekka?

Skal aldursmark vera?

Skulu vit hava einkarsølu?

Fundurin verður leygardagin 12. mars kl. 15:30 á Hotel Skálavík. Blái Krossur skipar fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo