Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 2018 eyðmerkti bretska fregnartænastan Ruslan Boshirov og Alexander Petrov sum eitraðu ein russiskan dupultagent og dóttir hansara í Bretlandi.

Í 2018 eyðmerkti bretska fregnartænastan Ruslan Boshirov og Alexander Petrov sum eitraðu ein russiskan dupultagent og dóttir hansara í Bretlandi.

Bretar hava sett á stovn nýggja herdeild, sum skal hava eittans endamál: At byrgja upp fyri og jagstra russiskar njósnarar um allan heim.

Eitt nú verður sera framkomni kavbáturin, "Losharik", sum kann liggja á botni og tappa upplýsingar úr sjókaðalum sum flyta upplýsingar av øllum slagi, bæði fíggjarligar og hernaðarligar, gjøgnum internetið ímillum USA og Europa, í kikaranum hjá nýggju, bretsku deildini.

"Losharik" hevur móðirskipið "Belgorod", og eisini tað skal vera undir konstantari yvirvøku, hevur bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace boðað frá. Hann segði herfyri við BBC, at Bretland er alla tíðina í eini grásonu ímillum kríggj og frið.

- Tá hóttanarmyndin broytist, so skulu vit eisini broyta okkum, segði hann millum annað.

Bretar fara í næstum at útfasa Hercules flogførini og minka samstundis herin við um 10.000 hermonnum. Hinvegin verða stórar upphæddir, einar 200 milliardir krónur, brúktar til at menna framkomna hátøkni útgerð, flogfør og dronur. Eisini nýggir stríðsvognar skulu byggjast og goymslan av kjarnorkuvápnum skal økjast við 40%.

Bretar siga, at Russland og Kina eru høvuðsfíggindarnir. Teir eru tó til reiðar at gera handilsavtalur við Kina, men eru meira á varðhaldi mótvegis russum. Eisini Iran og Norðurkorea eru á listanum yvir lond, sum verða mett sum beinleiðis fíggindar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo